Uttanlands

Fleiri dronuálop í Russlandi

Eitt oljureinsiverk nærhendis Svartahavið stóð í ljósum loga í nátt

Upptøkur frá Kreml farnu nátt vísa, at ein flúgvandi lutur varð skotin niður beint áðrenn hann rakti Kreml (Mynd: BBC)

Upptøkur frá Kreml farnu nátt vísa, at ein flúgvandi lutur varð skotin niður beint áðrenn hann rakti Kreml (Mynd: BBC)

2023-05-04 07:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt oljureinsiverk har suðuri í ‘Russlandi stendur í ljósum loga eftir álop frá dronum, skrivar russiska Tass tíðindastovan.

Talan er um eitt verk nærhendis Novorossijsk, ið liggur við Svartahavið.

Tass skrivar, at eldur er í eini oljugoymslu, men sigur ikki meira um hendingina.

Hetta hendir bert eitt samdøgur eftir, at eldur kom í eina oljugoymslu nærhendis brúnna, ið bindur Russland við hertiknu Krim hálvoynna.

- Onnur ógvusliga náttin hjá okkara tilbúgving, sigur guvernørurin í Krasnodar landslutinum, Veniamin Kondratjev, sum eisini upplýsir, at ongin hevur latið lív í hendingunum.

Ukraina tekur ongantíð ábyrgdina fyri álop inni á russiskari jørð, og enn hevur Russland heldur ikki givið nøkrum ábyrgdina av hesum hendingunum, skrivar Ritzau.

Tilskilar sær rætt til hevndaratgerðir

Eftir at eitt álop á Kreml høvuðsborgina í Moskva farnu nátt varð hindrað, segði russiska verjumálaráðið, at tað tilskilar sær rætt til at fremja hevndaratsóknir um tað verður hildið at vera neyðugt.

Les eisini: Ukraina royndi at drepa Putin í nátt 

Ukraina sýtti í gjár fyri, at tað hevur staðið aftan fyri nakað dronuálop í Russlandi. Tað segði Volodymyr Zelenskyj á einum tíðindafundi.

Ein ráðgevi hansara segði fyrr í gjár, at russisku skuldsetingarnar kunnu vera tekin um, at Russland er við at fyrireikar eitt størri álop á Ukraina í næstum, skrivar Ritzau.

[object Object]
Fólk arbeiddu uppi á takinum í Kreml í gjár eftir dronuálopið (Mynd: EPA) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder