Íbúgvarnir í ukrainska havnabýnum Odesa hoyrdu í nátt fleiri spreingingar. Lokalir myndugleikar siga, at brestirnir komu frá fleiri russiskum álopsdronum. Sagt verður, at 21 av hesum dronum vórðu niðurskotnar.
Havnin í Odese hevur fingið skaða í álopunum, sigur ukrainski herurin sambært AFP tíðindastovuni. Sagt verður tó ikki hvussu umfatandi skaðarnir eru, men eisini eitt íbúðarhús skal vera rakt.
Amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN var í býnum tá loftalarmurin ljóðaði. Stutt eftir hoyrdust fýra ógvusligar spreingingar. Myndir á CNN vísa leitiljós á himmalhválvinum yvir havnaøkið, og lutir, sum fullu til jarðar.
Álopið í Odesa var partur av einum størri álopi á mál í Suðurukraina. Loftlúðrarnir hoyrdust eisini í býunum Mykolaiv, Kherson, Zaporizjzja, Donetsk, Kharkiv, Dnipropetrovsk, Poltava, Kirovograd og Tsjerkasyj, skrivar Reuters.
Álopini komu stutt eftir, at kornavtalan alment varð vrakað, tí Russland ikki vildi leingja avtaluna.
Avtalan gav Ukraina møguleika fyri trygt at flyta út korn gjøgnum Svartahav. Tað er úr havnunum í Odesa-økinum, at meginparturin av korninum og øðrum matvørum verða útflutt sjóvegis úr Ukraina.
- Sjálvt um Russland ikki vil vera við, so mugu vit halda fram við at brúka havnirnar í Svartahavi til útflutning, segði forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj við ein bólk av afrikanskum journalistum í gjár.
Forsetin sigur, at tað einans er avtalan millum Russland, Turkaland og ST, ið er farin úr gildi. Avtalan millum Ukraina, Turkaland og ST er framvegis galdandi.
Forsetin sigur, at tað framvegis eru reiðarí, sum er til reiðar at senda skip til ukrainskar havnir eftir korni, men hann sigur onki um, hvussu hesi skip kunnu tryggjast móti krígshandlingum.
Krim-brúgvin bumbað
Mánadagin varð Kertsj-brúgvin, eisini kend sum Krim-brúgvin, oyðiløgd. Myndir frá sosialum miðlum vísa, at ein partur av vegabreytini á brúnni ikki kann brúkast. Eini russisk hjún doyðu í hendingini, meðan dóttir teirra slapp við lívinum.
Russland hevur skuldsett Ukraina fyri at hava ábyrgdina av álopinum, ið skal vera framt við ómannaðum sjódronum um náttina.
Brúgvin hevur stóran týdning fyri Russland, tí hon bindir Krim-hálvoynna við Russland. Russiski forsetin, Putin, kallaði í gjár hendingina fyri yvirgangsatsókn.
Eisini Russland skal í nátt hava støðgað dronuálopum á Krim, skrivar NRK. Sambært russiska verjuumsitingini, hava russiskar deildir skotið 28 ukrainskar dronur niður yvir Krim í nátt. Ongi fólk komu til skaða í hesum sambandi, skrivar NRK.
Hesir upplýsingar eru tó ikki váttaðir av óheftum keldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald