Uttanlands

Fleiri einnýtisplastvørur bannaðar í Onglandi

Endamálið við forboðnum, sum m.a. umfatar knívar, gaflar og koppar, er at minka um plastdálking

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2023-10-01 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag eru ávísar einnýtisplastvørur bannaðar í Onglandi. Nýggja forboðið, sum m.a. umfatar knívar og gaflar úr einnýtisplasti, og fleiri sløg av flamingokoppum, rakar m.a. handlar og matstovur. Eisini eru avmarkingar galdandi fyri tallerkar, bakkar og skálir úr einnýtisplasti.

Eitt líknandi forboð er longu galdandi í Skotlandi, meðan eitt forboð eisini er á veg í Wales, skrivar Ritzau.

Bretska stjórnin metir, at onglendingar brúka 2,7 milliardir plastlutir um árið, og meginparturin eru knívar og gaflar. 721 millioner einnýtistallerkar verða brúktir hvørt ár, og bert tíggju prosent av teimum verða endurnýttir.

Endamálið við forboðnum er at minka um plastdálking, og hóast fleiri fegnast um forboðið, verður heitt á politikarar um at víðka forboðið.

Sambært spurnakanning, sum YouGov hevur gjørt fyri JustEat, halda 70 prosent av vaksnum fólkum í Stórabretlandi, at stjórnin eigur at gera meira fyri at minka um plastnýtslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder