Løgreglan hevur havt úr at gera í gjár og í nátt, og endaði tað við, at fýra persónar gistu á løgreglustøðini.
Klokkan 19 í gjárkvøldið varð boðað frá, at ein persónur rópti og skríggjaði uttanfyri eitt skeinkistað í Havn, og viðkomandi var so ávirkaður, at hann varð tikin við á støðina at sova rúsin av sær. Hann varð leyslatin tíðliga í morgun og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Ein annar persónur á sama staði var rættiliga uppfarandi, og hann var so ávirkaður, at hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið.
Í gjárkvøldið um klokkan 23 varð boðað frá húsaófriði í Havn, og endaði tað við, at ein persónur varð tikin við á løgreglustøðina.
Stutt fyri midnátt kom løgreglan eisini fram á tveir mans - tveir brøður - sum lógu og bardust í Havn, og vórðu teir eisini handtiknir og skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar. Teir vórðu leyslatnir aftur nakað eftir klokkan trý í nátt.
Umframt hetta varð ein bilførari eisini handtikin í Klaksvík í nátt, tí illgruni var um, at viðkomandi koyrdi ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka, upplýsir vaktleiðairn á løgreglustøðini í Havn. Blóðroynd varð tikin, og bíðað verður eftir úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald