placeholder
Uttanlands

Fleiri enn 10 milliónir fingið staðfest covid-19 í India

Tað er bert USA, sum hevur skrásett fleiri enn India – Talið á nýggjum tilburðum seinasta samdøgrið er tó munandi lægri enn fyri nøkrum mánaðum síðani, tá talið setti met

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-12-19 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í India er talið á persónum, sum hava fingið staðfest covid-19, nú komið uppá tíggju mió., vísir uppgerð frá indisku heilsumyndugleikunum.

Sostatt gerst India tað næsta landið í heiminum at røkka hesum keðiliga talinum. Tað er nevniliga bert USA, sum hevur staðfest fleiri positiv enn India. Sambært Worldometers.info liggur talið í USA í løtuni omanfyri 17,8 mió.

Seinasta samdøgrið er talið á persónum í India, ið hava fingið staðfest covid-19, økt við góðum 25.000. Tað er ein stór minking í mun til fyri nøkrum mánaðum síðani, tá India setti met í talinum á nýggjum tilburðum. Í september skrásetti India uml. 100.000 nýggir tilburðir um dagin.

Orsakað av minkandi talinum á nýggjum tilburðum, hevur India linkað nøkur av tiltøkunum fyri at fáa gongd aftur á búskapin. Summir statir í landinum hava tó varðveitt avmarkingarnar.

Aftaná USA og Brasil hevur India skrásett flest andlát í sambandi við covid-19. Har eru fleiri enn 144.000 fólk deyð við smittuni. Hetta svarar til, at India, sum hevur uml. 1,4 mia. íbúgvar, hevur 10,5 andlát per 100.000 íbúgvar.

Tey londini, sum hava flest andlát í mun til íbúgvaratalið, eru Belgia og Peru, sum hava ávikavíst 158 og 111 andlát per 100.000 íbúgvar.

Sambært Ritzau gera myndugleikarnir í India seg til reiðar at byrja at koppseta móti covid-19 í januar. Ætlanin er, at 300 mió. íbúgvar skulu hava fingið koppingarevnið í august. Har eru fleiri koppingarevni, sum kunnu fáa skundgóðkenning innan fyri komandi vikurnar.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder