Uttanlands

Fleiri enn 1.000 brúkarar útihýstir av sosialum miðli í Kina

Orsøkin er, at teir hava sent persónlig álop móti koronaserfrøðingum, og tað kann ikki góðtakast, sigur sosiali miðilin Weibo

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-08 11:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri enn 1.000 brúkarar eru fyribils útihýstir av kinesiska sosiala miðlinum Weibo. Orsøkin er, at teir hava sent "persónlig álop" móti kinesiskum koronaserfrøðingum, og hevur miðilin funnið nærum 13.000 brot á reglurnar hjá Weibo.

Weibo sigur í tíðindaskrivi, at tað at háða fólk, sum hava onnur sjónarmið, ella at gera dagføringar, sum innihalda persónlig álop, og sjónarmið, sum eggja til ósemjur, ikki kann góðtakast.

Tað var í desember, at myndugleikarnir í Kina brádliga fóru burtur frá stranga koronapolitikkinum og lótu landið meira upp. Hetta hevur elvt til ein stóran vøkstur í smittutalinum og deyðstalinum.

Áðrenn hetta høvdu fólk á sosialu miðlunum funnist hvassliga at koronapolitikkinum hjá kinesisku stjórnini, og um mánaðarskiftið november/desember 2022 vóru mótmæli um alt landið. Men seinastu tíðina hava atfinningar verið vendar móti serfrøðingum, sum nú kúvenda og stuðla avgerðini hjá myndugleikunum, hóast teir fyri fáum vikum síðani tóku undir við táverandi koronapolitikkinum, skrivar BBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder