Uttanlands

Fleiri enn 1.000 ES-borgarar fluttir úr Sudan

Orsakað av ófriðinum í Sudan hava fleiri lond um vikuskiftið flutt ríkisborgarar sínar úr afrikanska landinum

Italskir ríkisborgarar verða fluttir úr høvuðsstaðnum Khartoum (Mynd: Reuters)

Italskir ríkisborgarar verða fluttir úr høvuðsstaðnum Khartoum (Mynd: Reuters)

2023-04-24 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava fleiri lond flutt ríkisborgarar sínar úr afrikanska landinum Sudan, har nógvur ófriður hevur verið seinastu tíðina.

Uttanríkisstjórin í ES, Josep Borrell upplýsir í dag, at fleiri enn 1.000 ES-borgarar higartil eru fluttir úr Sudan.

Millum tey evropeisku londini, sum hava flutt ríkisborgarar úr Sudan eru Danmark, Noreg, Svøríki, Týskland, Sveis, Spania, Italia og Frakland.

Fyrstu útlendingarnir, sum vórðu fluttir úr landinum, vóru í høvuðsheitum starvsfólk á ymsu sendistovunum. Næsta stig er at flyta aðrir borgarar úr landinum, skrivar Ritzau.

Uttanfyri Evropa hava m.a. Kina, USA og Indonesia flutt borgarar úr Sudan.

Sambært Reuters hava higartil 420 fólk latið lív í ófriðinum í Sudan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder