Uttanlands

Fleiri enn 1000 sløkkiliðsfólk stríðast við skógareldar í Portugal

Higartil hava 20 fólk fingið skaða, og løgreglan kannar nú, um talan er um eldáseting

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-07-21 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hava fleiri enn 1000 sløkkiliðsfólk stríðst við skógareldum í Portugal

Leygardag seinnapart kyknaðu tríggir skógareldar í økinum Castelo Branco, sum liggur 225 kilometrar frá høvuðsstaðnum Lissabon.

Orsakað av hørðum vindi hevur verið ringt hjá sløkkiliðnum at fáa tamarhald á eldinum.

Fólk úr einari bygd eru flutt burtur av trygdarávum, skrivar Politiken.

Sambært týska miðlinum DW, hava átta sløkkiliðsfólk og 12 sivil fólk fingið skaða.

Bæði borgarar og politikarar hava gramt seg um, at mann ikki hevur sett nóg nógv sløkkiliðsfólk av til at berja eldin niður.

Portugisiski herurin hevur eisini sent 20 hermenn, fýra bulldosarar og 14 flogfør at hjálpa.

Lokala løgreglan er eisini farin at kanna eldarnar nærri, tíillgruni er um, at talan kann vera um eldáseting.

Skógareldar eru ikki óvanligir í Portugal. Í juni 2017 varð býurin Pedrógão Grande raktur av einum skógareldi, sum kravdi 64 mannalív, og særdi fleiri enn 250 fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder