Uttanlands

Fleiri enn 100.000 mótmælisfólk í Minsk

Mótmælisfólkini krevja, at hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, leggur frá sær

Soleiðis sá út í hvítarussiska høvuðsstaðnum í dag (Mynd: EPA)

Soleiðis sá út í hvítarussiska høvuðsstaðnum í dag (Mynd: EPA)

2020-08-23 15:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudag seinnapart síggjast tíggjutúsundatals fólk á gøtunum í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk.

Mótmælisfólkini, ið sambært tíðindastovuni AFP eru fleiri enn 100.000 í tali, krevja, at forsetin, Aleksandr Lukasjenko, leggur frá sær.

Løgreglan hevur avbyrgt metrostøðirnar í býnum, men hetta hevur ikki forðað túsundatals fólk í at fara til gongu inn í miðbýin. Løgreglan hevur eisini gjørt greitt, at mótmælið er ólógligt. Tó tykisk talan at vera um eitt friðarligt mótmælistiltak.

Nógv fólk í Hvítarusslandi eru í øðini um, at Lukasjenko varð lýstur sum vinnari av forsetavalinum fyri tveimum vikum síðani við 80 prosent av samlaðu atkvøðunum.

Nógv halda, at talan er um svik.

Fremsta valevnið hjá andstøðuni, Svetlana Tikhanovskaja rýmdi til Litava eftir valið 9. august. Hetta gjørdi hon fyri at verja seg sjálva og síni børn, sigur hon.

Sergej Lavrov, russiski uttanríkismálaráðharrin finst at hvítarussiskum andstøðulimum, sum eru horvnir úr landinum seinastu tvær vikurnar. Hetta tíðarskeiðið hevur eisini verið merkt av mótmælistiltøkum, og Lavrov vil vera við, at andstøðulimirnar vilja hava eitt blóðbað.

Hendan útsøgnin er eitt beinleiðis álop á Tikhanovskaja, sum nógv halda vera veruligi vinnarin av forsetavalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder