Í morgin fara fleiri enn 1.100 starvsfólk hjá amerikanska blaðnum New York Times í verkfall.
Orsøkin til verkfallið, sum er sett at vara 24 tímar, er at leiðsla og starvsfólk ikki hava funnið eina semju um m.a. lønarhækkingar, pensjón og sjúkratrygging.
Samráðingar hava verið millum partarnar, síðan gamli sáttmálin fór úr gildi í mars 2021.
– Vit høvdu vónað at finna eina rímiliga semju áðrenn freist okkara er úti, men fleiri enn 1.100 av okkum eru til reiðar at sláa nevan í borðið – fyri hvørjumøðrum og fyri tíðindafólkum allastaðni, sigur Jenny Ventras, tíðindafólk hjá blaðnum sambært CNN.
Hetta verður størsta verkfallið hjá New York Times síðan síðst í 70unum, og kann tað enda við, at fleiri av redaktiónunum hjá miðlinum fara at missa upp móti 90 prosent av starvsfólkunum, skrivar Ritzau.
New York Times sigur seg hava bjóðað starvsfólkum sínum eina munandi lønarhækking.
Fakfelagið hjá starvsfólkunum á New York Times sigur, sambært Reuters, at leiðslan fyrr í dag hevur noktað at gera enn eina roynd at finna semju í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald