Í Stórabretlandi eru fleiri enn 12 mió. borgarar nú vorðnir koppsettir fyri covid-19, vísa tøl, sum bretska stjórnin almannakunngjørdi í gjár.
Sostatt nærkast bretar nú tær 15 mió., sum stjórnin hevði sett sær fyri skuldu havt fingið fyrstu koppsetingina áðrenn 15. februar. Heilsumyndugleikarnir hava eisini boðað frá, at mann væntar at røkka hesum málinum.
Tá tey elstu og veikastu hava fingið koppsetingina, er ætlanin at øll yvir 50 ár skulu koppsetast áðrenn mai.
Í mun til nógv onnur lond í Evropa, hevur Stórabretland ikki upplivað seinkingar í veitingini av koppingarevni. Orsøkin til hetta er m.a., at bretska stjórnin var skjót at keypa og góðkenna koppingarevni frá fleiri heilivágsfyritøkum, skrivar Ritzau.
Heimsheilsustovnurin, WHO hevur heitt á bretsku stjórnina um at deila út av avlopsskamtunum, tá øll tey, sum eru í vandabólki, eru vorðin koppsett.
Um Stórabretland fær alt tað koppingarevnið, sum landið hevur bílagt, fáa tey tríggjar ferðir so nógvar skamtar, sum skulu til fyri at koppseta bretska fólkið.
Í Stórabretlandi búgva uml. 67 mió. fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald