Uttanlands

Fleiri enn 20 milliónir fingið staðfest korona

6,3 milliónir fólk eru smittað í løtuni, og 734.000 fólk eru deyð við koronasmittuni – Harðast raktu londini eru USA og Brasil

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-10 12:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samanlagda talið á smittutilburðum í øllum heiminum er nú farið uppum 20 mió., vísir uppgerð hjá Worldometers.info.

Tað eru framvegis USA og Brasil, sum hava skrásett hægsta talið á tilburðum og andlátum.

USA hevur skrásett góðar 5,2 mió. tilburðir og 165.000 andlát, meðan Brasil hevur skrásett tríggjar mió. tilburðir og 101.000 andlát.

Burtsæð frá hesum báðum londunum er tað bert India, sum hevur skrásett omanfyri eina mió. tilburðir. Talið í India er í løtuni 2,2 mió. Landið hevur skrásett gott 44.500 andlát.

Í Russlandi sum liggur sum nummar fýra á listanum yvir lond, sum hava skrásett flest tilburðir, nærkast talið 900.000. Har eru 15.000 andlát skrásett.

Suðurafrika hevur skrásett góðar 560.000 tilburðir og 10.400 andlát.

Einki annað land hevur skrásett omanfyri 500.000 tilburðir.

Samlaða talið á andlátum í heiminum er 734.000.

12,9 mió. eru staðfest frísk, og sostatt eru 6,3 mió. smittað í løtuni. 99 prosent av teimum, sum eru smittað í løtuni hava mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder
placeholder