2023-10-08 13:00
Leygardagin raktu ein flokkur av jarðskjálvtum Afghanistan, sum hevur ført við sær, at fleiri fólk nú hava latið lív.
Hetta skrivar heimasíðan dr.dk í dag.
Sambært afghanisku ríkisstjórnini hava 2058 fólk latið lív, og afturat hesum eru 9240 fólk illa særd.
Herat, sum liggur í vestliga umráðnum í Afghanistan er harðast rakt. Í hesum umráðnum eru sjey bygdir blivnar javnaðar við jørðina.
Fyrsti jarðskjálvtin, sum rakti Herat hevði eina styrki á 6,3.
Umframt Harat eru økini, Farah og Badghis, eisini illa rakt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald