Talið av smittaðum kann økjast, av tí at corona-virusið nú er meira ført fyri at spreiða seg, sigur kinesiska heilsuráðið.
Formaðurin fyri kinesiska heilsuráðið, Ma Xiaowei, segði á tíðindafundi í morgun, at tað enn er ógreitt, akkurát hvar smittan stavar frá, og hvussu langa tíð tann smittaði er um at vísa sjúkueyðkenni. Talan kann vera um ein dag ella fleiri vikur.
Yvir 2000 fólk eru nú smittað kring heimin, og 56 fólk hava latið lív orsaka av virusinum, skrivar TV2.
Mælt verður frá at ferðast til Wuhan og Hubei-landspartin, har helvtin av teimum smittaðu eru stødd í løtuni. Næstan øll onnur, sum eru vorðin smittað hava verið í Wuhan og eru síðani farin til aðrar partar av landinum ella til onnur lond.
Í hesum sambandi er tað ein trupulleiki, at ein persónur, sum er vorðin smittaður, kann bera smittuna víðari til onnur, áðrenn viðkomandi sjálvur byrjar at vísa sjúkueyðkenni. Á hendan hátt er hon øðrvísi enn eitt nú SARS, sum byrjaði at gera um seg í Kina í 2002 og kravdi fleiri hundrað mannalív.
Sjúkueyðkenni eru fepur, hosta, lungnabruna og í summum førum andarið.
Corona-virusið er, umframt í Kina, eisini staðfest í m.a. Fraklandi, USA, Malaysia, Nepal og Avstralia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald