placeholder
Uttanlands

Fleiri enn 25 milliónir hava nú fingið staðfest korona

25,2 mió. hava fingið staðfest smittuna, og 847.000 fólk eru deyð – 6,8 mió. eru smittað í løtuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-30 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaða talið á skrásettum smittutilburðum í heiminum er nú farið uppum 25 mió.

Sambært uppgerð hjá Worldometers.info liggur talið í løtuni á 25,2 mió. Harðast raktu londini eru USA, Brasil og India.

USA hevur skrásett 6,1 mió. tilburðir, Brasil 3,8 mió., og India 3,5. Hesi londini eru eisini tey einastu, sum hava omanfyri eina mió. skrásettar tilburðir, men Russland er ikki langt aftanfyri við 990.300 tilburðum.

Samlaða talið á andlátum er omanfyri 847.000, og eru tað eisini USA og Brasil, sum hava skrásett flest andlát.

USA hevur skrásett 186.000 andlát, og Brasil hevur skrásett 120.000. Síðani hava Meksiko og India bæði skrásett omanfyri 63.000 andlát.

Av teimum 25,2 mió., sum hava fingið staðfest smittuna eru 17,5 mió. staðfest frísk aftur. 6,8 mió. eru smittað í løtuni, og av teimum hava 99 prosent mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder