Uttanlands

Fleiri enn 29 milliónir fólk fingið staðfest korona

Flestu tilburðirnir eru skrásettir í USA, India, Brasil og Russlandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-14 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaða talið á staðfestum smittutilburðum í heiminum er nú komið uppum 29 mió.

Sambært uppgerð hjá Worldometers.info eru 29,2 mió. tilburðir skrásettir í skrivandi stund.

Tað eru USA, India, Brasil og Russland, ið hava skrásett flest tilburðir.

Í USA er talið á skrásettum tilburðum 6,7 mió., í India 4,8 mió., 4,3 í Brasil, og ein mió. í Russlandi.

Sum nummar fimm á listanum liggur Peru við 729.000 tilburðum.

Samlaða talið á andlátum er 928.000, og har er tað aftur USA, sum hevur skrásett flest – 198.000.

Í Brasil er talið á skrásettum andlátum 131.000, og í India er talið 79.000. Meksiko og Stórabretland liggja sum nummar ávikavíst fýra og fimm á listanum. Meksiko hevur skrásett 70.000 andlát, og Stórabretland 41.000.

Av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru 21 mió. staðfest frísk aftur, og sostatt eru 7,2 mió. fólk smittað í løtuni. 99 prosent av teimum smittaðu hava mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder