Áhugin fyri at búgva og arbeiða í Vági er stórur millum fjararbeiðarar kring heimin. Nú umsóknarfreistin til Arctic Digital Nomads-stuðulin er farin, eru 7.850 umsóknir komnar inn, og av hesum hava 3.236 umsøkjarar víst áhuga fyri at koma til Vágs, skrivar Vágs kommuna.
Hetta er triðju ferð, at møguligt hevur verið at søkja um stuðulin, sum gevur fjararbeiðarum møguleika at búgva og arbeiða í norðurlendskum útjaðarasamfeløgum í eit avmarkaða tíðarskeið.
Talið á umsóknum er lægri enn í fjør, tá ið nærum 15.000 umsóknir komu inn. Minkingin var tó bæði væntað og tilætlað, skrivar kommunan.
Eftir metstóra áhugan í fjør varð í ár arbeitt við at fáa meira málrættaðar umsóknir frá fólkum, sum hava ein veruligan áhuga fyri at búgva og arbeiða í smærri norðurlendskum samfeløgum.
Umsøkjararnir umboða tilsamans 139 ymiskar tjóðskapir, og flestu umsóknirnar koma frá amerikanarum, síðani bretum og týskarum. Fleiri enn 200 umsóknir eru frá familjum við børnum.
Nú skulu umsóknirnar viðgerast
Arctic Digital Nomads er ein samstarvsverkætlan millum Vág í Føroyum, Þingeyri í Íslandi og Geirangerfjord í Noregi. Verkætlanin er stuðlað av NORA – Nordisk Atlantsamarbejde.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald