Uttanlands

Fleiri enn 50 ráðharrar lagt frá sær

Nærum helvtin av ráðharrunum í bretsku stjórnini hava nú lagt frá sær seinastu tvey samdøgrini

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson segði í gjár, at hann noktar at leggja frá sær (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson segði í gjár, at hann noktar at leggja frá sær (Mynd: EPA)

2022-07-07 08:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á ráðharrum í bretsku stjórnini, sum leggja frá sær heldur á at vaksa, og í morgun er talið á ráðharrum, sum hava lagt frá sær seinastu tvey samdøgrini, komið uppum 50.

Bretska stjórnin hevur ein forsætisráðharra, sum hevur 20 ráðharrar og 99 vararáðharrar undir sær. Sostatt hava nærum helvtin av ráðharrunum lagt frá sær.

Orsøkin til hetta er, at ráðharrarnir finnast at handfaringini hjá Boris Johnson av fleiri málum. Eitt nú málið um fyrrverandi tjóðartingslimin Chris Pincher, sum hevur verið ákærdur fyri at fremja kynsligan ágang, umframt sonevndu partygate-gøluna, sum snýr seg um ólógligar veitslur á bretskum stjórnarskrivstovum, meðan koronutiltøkini annars ikki loyvdu fólki at savnast.

Ein av ráðharrunum, sum hevur lagt frá sær í morgun, er Brandon Lewis, ið var ráðharri fyri Norðurírland.

Sambært Ritzau skal hann, umframt aðrir ráðharrar, í gjárkvøldið hava heitt á Boris Johnson um at leggja frá sær.

Brandon Lewis sigur m.a. soleiðis í brævi til Boris Johnson.

– Eg kann ikki ofra mín persónliga integritet fyri at verja støðuna, sum hon er nú. Tað er púra greitt, at okkara flokkur, starvsfelagar í tjóðartinginum, tey sjálvbodnu og landið sum heild hava uppiborið betri.

Damian Hinds, ráðharri í trygdarmálum, sum eisini hevur lagt frá sær í morgun, sigur, at tørvur er á nýggjari leiðslu, og tað burdi ikki verið neyðugt, at ráðharrar í hópatali leggja frá sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder