Vanliga eru eini 400 føroyingar á legu í Oldenburg í Norðurtýsklandi um hesa tíðina. Hetta saman við 4000 øðrum úr øllum Evropa. Soleiðis hevur tað verið nú í mong ár, og soleiðis var eisini ætlanin, at tað skuldi verða aftur frá 1. til 8. august í ár. Men tað bleiv ikki. Legan, sum skuldi vera í Týsklandi, varð avlýst orsakað av corona smittuni – eins og so mangt annað, ið er avlýst ella útsett av somu ávum.
Hinvegin savnast unglingarnir á tíggju ymiskum støðung kring alt Føroyar, og halda TeenStreet legu í fimm dagar.
Tey ungu eru ikki færri enn 526 í tali og eru í aldrinum 13 til 17 ára gomul.
Legurnar vera á hesum støðum: Í Betesda í Klaksvík, har 112 ung eru á legu. Á Miðnámi á Kambsdali eru 81 ung úr Fuglafirði, Gøtu og Leirvík savnað, í Tabor á Toftum eru 50 ung, í Nebo á Toftum telja tey 35, í Missiónshúsinum á Strondum eru 22 ung á legu, og í Kelduni í Skálafirði eru tey 26. Í Mizpa á Eiði eru 8 tannáringar á legu, og í Havnini telja tey heilt upp í 131 – tann legan verður hildin á ymsum støðum. Í Vágum er eisini lega, og har halda teir 29 luttakararnir til í skúlanum í Sørvági. Lega er eisini í Suðuroy, og har er basan hjá 32 ungu suðuroyingunum í Bethel í Vági.
Harafturat eru knøpp 400 hjálparfólk – harímillum uml. 100 liðleiðarar knýtt at ymsu legunum. So alt í alt eru tað omanfyri 900 føroyingar, sum á ein ella annan hátt stevna saman á TeenStreet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald