Mentan

Fleiri enn 4000 fólk til konsert í SMS

Kim Hansen og Hans Petur í Brekkunum høvdu í kvøld konsert í SMS, sum varð stroymd. Og áhugin var stórur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-03-20 22:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Áhugin fyri stroymdu konsertini, sum SMS skipaði fyri í kvøld, var stórur. Kim Hansen er vertur til konsertirnar, sum halda fram næstu tíðina, og tónleikarar koma síðani á vitjan.

Hans Petur í Brekkunum var gestur í kvøld, og hevði saksufonina við.

Eftir øllum at døma dámdu fólki hetta væl, tí fleiri enn 4000 fólk lurtaðu á Facebook og á koronakonsert.fo.

Í annaðkvøld verður aftur konsert, tá Jens Marni Hansen kemur á vitjan hjá Kim Hansen.

Vart tú ikki til konsertina í kvøld, ber til at hoyra hana omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder