2024-06-17 12:08
Skúlarnir hava søkt eftir lærarum til 122 størv til komandi skúlaár, og meginparturin eru tíðaravmarkað størv.
Talan er um 92 tíðaravmarkað størv og 30 føst størv, skrivar Skúlablaðið.
Í fjør varð søkt eftir 99 tíðaravmarkaðum størvum og 51 føstum størvum í skúlanum, men tá vóru bara 34 lærarar og skúlaleiðarar, ið vóru í farloyvi, og sostatt vóru 65 fleiri tíðaravmarkað størv enn tað vóru lærarar í farloyvi, skrivar Skúlablaðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald