Uttanlands

Fleiri enn ein mió. fólk vilja sleppa inn á Area 51

1,5 mió. fólk hava meldað seg til tiltakið "Storm Area 51" á Facebook, og amerikanski flogherurin hevur nú ávarað fólk móti at royna at sleppa inn

Fólkini skulu møta upp við

Fólkini skulu møta upp við "Area 51 Alien Center" 20. september (Mynd: EPA)

2019-07-17 21:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvat er tað, sum amerikanski flogherurin hevur fjalt á loyniliga basanum Area 51?

Hesin spurningurin havur skapt nógvar samansvørjingarteoriir, og nú ætla fólk at finna útav, um amerikanski herurin veruliga fjalir rúmdarverur og ókend flogfyribrigdi á økinum.

Ein bólkur av amerikanarum hava stovnað eitt tiltak á Facebook, har tey heita á fólk um at møta upp í oyðimørkini í Nevada, har Area 51 er, og royna at sleppa inn í hernaðarbasan.

Tiltakið var ætlað sum skemt, men tað hevur nú fingið stóra undirtøku. Undirtøkan er so stór, at amerikanski flogherurin hevur ávarað fólk ímóti hesum.

Í løtuni hava fleiri enn 1,5 mió. fólk kring allan heimin sagt, at tey vilja luttaka. Hetta merkir sjálvandi ikki, at so nógv fólk veruliga ætla sær at møta upp, men amerikanski flogherurin tekur hetta í størsta álvara.

Eitt talsfólk hjá amerikanska flogherinum sigur, sambært TV2, at herurin er til reiðar at forða fólki í at sleppa inn á økið.

- Area 51 er eitt opið venjingarøki fyri amerikanska flogherin, og vit vilja forða einum og hvørjum  í at royna at sleppa sær inn á økið, har vápnaðar amerikanskar herdeildir hava venjingar.

Hvussu herurin ætlar at forða so nógvum fólki í at sleppa inn á økið er ógreitt.

Tiltakið á Facebook eitur "Storm Area 51, They Can't Stop All of US" - Leypið á Area 51, tey kunnu ikki steðga okkum øllum.

Tiltakið er sett til 20. september um morgunin.

Hóast øll hesi fólkini neyvan ætla at møtu upp uttanfyri Area 51, hava tey lokalu longu merkt áhugan fyri tiltakið.

Millum annað eru øll kømrini á gistingarhúsinum Little A'Le'Inn í Alamo, ið liggur 40 kilometrar frá økinum, longu bíløgd í døgunum kring 20. september. Gistingarhúsið hevur tíggju kømur, og er hetta tað gistingarhúsið, ið liggur tættast við Area 51.

Connie West, ið eigur gistingarhúsið, eigur eisini eitt stórt øki, ið kann rúma uml. 17 fótbóltsvøllir, har fólk kunnu keypa sær teltpláss, og har hava 60 fólk eisini bílagt sær teltpláss higartil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder