Uttanlands

Fleiri enn ein mió. krónur savnaðar inn

Túsundatals danir hava uppá stutta tíð givið pening til Dansk Flygtningehjælp fyri at mótmæla atfinningar hjá Paludan

Rasmus Paludan (Mynd: Scanpix)

Rasmus Paludan (Mynd: Scanpix)

2019-04-21 12:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mótmælisinnsavningin móti Rasmus Paludan hevur higartil savnað inn meira enn eina mió. krónur.

Tað vísa tølini á heimasíðuni hjá Dansk Flygtningehjælp.

Tað var Nicolai Würtz, sum tók stig til innsavningina, og hon hevur vakt nógvan ans. Uppá tríggjar dagar varð ein hálv mió. komin inn.

Klokkan eitt í nátt vóru 1.001.030 krónur savnaðar inn frá fleiri enn 8.000 dønum.

Rasmus Paludan, stovnari av flokkinum Stram Kurs hevur verið sera atfinningarsamur móti islam og muslimum, og hann hevur vakt ans við ógvusligu mótmælistiltøkum sínum, har hann m.a. hevur sett eld á koranina.

Hann er fyrr vorðin dømdur fyri rasismu, men tann dómin hevur hann kært til landsrættin.

Mótmælini hjá Paludan hava elvt til ógvusligar samanbrestir millum løgreglufólk og mótstøðufólk hjá Paludan. Nicolai Würtz hevði tó ikki hug at vísa sína ónøgd við at fara út á gøtuna, og tí gjørdi hann av at skipa fyri einari innsavning.

- Eg haldi, at innsavningin er ein fittur máti at arga hann, so peningur kemur inn, hvørja ferð hann fer út á gøtuna at brenna koranir, sigur hann sambært DR.

Sambært Dansk Flygtingehjælp, er tað sjáldan, at so nógvir pengar eru komnir inn uppá so stutta tíð, tá mann sær burtur frá árliga landsinnsavningini hjá felagskapinum.

Innsavningin heldur fram til 1. mai.

Les eisini: Dansk Flygtningehjælp fær pening orsakað av Paludan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder