Talið á smittutilburðum í India er nú farið uppum tríggjar mió.
Seinasta samdøgrið eru 10.339 nýggir smittutilburðir og 912 andlát skrásett, boða indisku heilsumyndugleikarnir frá.
Hetta er størsta talið, sum er skrásett í eitt samdøgur í næstan tríggjar vikur.
Í øllum heiminum eru tað bert USA og Brasil, sum hava skrásett fleiri tilburðir enn India, sum í skrivandi stund hevur skrásett 3,049 mió. tilburðir, sambært uppgerð hjá Worldometers.info.
USA og Brasil hava skrásett ávikavíst 5,8 mió. og 3,5 mió. tilburðir.
Tá hugt verður at talinum á andlátum, eru tað bert USA, Brasil og Meksiko, sum hava skrásett fleiri enn India, ið hevur skrásett 56.875 andlát.
USA hevur skrásett 180.000 andlát, Brasil 114.000, og Meksiko 60.000.
Sambært Ritzau er tað serliga indiski staturin Maharashtra, sum er hart raktur av smittuni. Tað er eisini har, Mumbai liggur, ið verður roknaður sum fíggjarmiðdepilin í landinum.
Fyrsti koronatilburðurin í India varð skrásettur í januar, og í vár vórðu ein rúgva av tiltøkum sett í verk fyri at halda smittutalinum niðri. Men smittutalið er økt, síðan India byrjaði at linka tiltøkini aftur.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald