Uttanlands

Fleiri enn tvær milliónir tilburðir nú skrásettir í India

Seinasta samdøgrið eru 62.500 nýggir tilburðir skrásettir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-07 09:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á skrásettum smittutilburðum í India er nú komið uppum tvær mió, eftir at 62.500 nýggir tilburðir eru skrásettir seinasta samdøgrið. Sambært Johns Hopkins University eru 1,4 mió. staðfest frísk.

India skrásetti, sambært BBC, fyrsta tilburðin 30. januar, og 17. juli var talið á smittutilburðum komið uppá eina mió. 12 dagar seinni var talið 1,5 mió., og aftur níggju dagar seinni er talið komið uppá tvær mió.

Í øllum heiminum eru tað bert USA og Brasil, sum hava skrásett fleiri tilburðir. Í USA er talið, sambært Worldometers.info, komið upp á fimm mió., meðan Brasil hevur skrásett 2,9 mió. tilburðir.

Hesi trý londini eru einastu londini, sum hava skrásett omanfyri eina mió. tilburðir.

Í mun til fólkatalið, er talið í India, sum hevur uml. 1,35 mia. íbúgvar, tó sera lágt. Sambært worldometers.info hevur landið uml. 1.500 tilburðir per mió. íbúgvar, sum er lægri enn onnur lond, eitt nú Danmark.

Sambært Ritzau, halda serfrøðingar tó, at veruliga talið á smittutilburðum er nógv hægri.

Eftir at hava verið afturlatið í fleiri mánaðir, er India eisini byrjað at lata upp aftur, og síðan tá er smittutalið økt munandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder