Í dag hittast fíggjármálaráðharrarnir í ES-londunum í Brússel fyri at tingast um nýggj tiltøk móti Russlandi.
Sambært Ritzau tíðindastovuni eru donsku boðini greið undan fundinum.
- Eg fari á fundinum at gera greitt, at danska stjørnin ynskir at seta í verk harðast møgulig tiltøk móti Russlandi, sigur Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri undan fundinum.
ES-londini samdust í gjár um ein nýggjan pakka av tiltøkum móti Russlandi sum revsing fyri innrásini í Ukraina. Tað boðaði ES-formansskapurin frá á Twitter.
Talan er um fjórða pakkan av tiltøkum, sum nú skal samtykkjast. Við í hesum pakkanum er eitt krav um at Russland missir sín limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald