Uttanlands

Fleiri farmaskip bíða eftir at sleppa úr Ukraina

Í løtuni eru 17 skip við korni, sum bíða eftir at sleppa úr ukrainskum havnum

Farmaskipið Razoni, sum siglir við korni úr Ukraina, fekk í gjár loyvi at sigla víðari úr Turkalandi (Mynd: EPA)

Farmaskipið Razoni, sum siglir við korni úr Ukraina, fekk í gjár loyvi at sigla víðari úr Turkalandi (Mynd: EPA)

2022-08-04 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin fór fyrsta farmaskipið við korni úr ukranska býnum Odessa, og í gjár fekk skipið loyvi at sigla víðari úr Turkalandi til Libya.

Sambært norska miðlinum VG  er tað er ikki heilt greitt, nær fleiri skip fara av stað. Í løtuni bíða 17 onnur farmaskip eftir at sleppa úr ukrainsku havnunum við korni.

Tey hava staðið klár síðan týsdagin, og tað er ógreitt, hvat orsøkin til seinkingina er.

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba sigur, at skipini fylgja tíðarætlanini, sum er partur av avtaluni millum Ukraina, Russland og ST, og vóna tey, at alt gongst sum ætlað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder