Innanlands

Fleiri ferðir boð eftir bjargingarbáti seinastu dagarnar

Fyrradagin varð Rescue Lív sendur at hjálpa einum báti, sum hevði maskintrupulleikar eystanfyri Stóra Dímun, og einum báti, sum var farin at leka á Skálafjørðinum. Í gjár vóru so tveir uppsteðgaðir bátar, sum høvdu brúk fyri sleipi við Glyvursnes og í Kolturssundi

Rescue Lív (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Rescue Lív (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-08-18 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur fleiri ferðir verið boð eftir bjargingarbáti.

Fyrradagin varð Rescue Lív biðin um at fara suður til Stóra Dímun at hjálpa einum báti, sum hevði maskintrupulleikar.

Rescue Lív loysti klokkan 10.22, og stívliga ein tíma seinni vóru tey hjá bátinum við Stóru Dímum. Alt gekk væl, og báturin varð sleipaður inn á Sand, skrivar Rescue Lív á Facebook.

Komin norður aftur á Kirkjubønes vóru aftur boð eftir Lív. Hesaferð vóru boðini, at ein bátur á Skálafjørðinum var farin at leka, og tey umborð á Lív fingu boð um at skunda sær inn á Skálafjørðin at hjálpa.

Tað vísti seg tó, at báturin fekk hjálp frá øðrum, og útkallið var tí avblást, tá Lív nærkaðist Flesjunum.

Klokkan 14.30 í gjár var Lív aftur boðsendur at sleipa ein bát. Talan var um ein smábát, sum var uppsteðgaður við Glyvursnes. Lív loysti eftir fimm minuttum og var á staðnum eftir 12.

Lív sleipaði síðani bátin til Havnar. Tað var gott veður, og eingin vandi var á ferð, skrivar Vørn.

Um somu tíð, sum boð vórðu eftir Lív, varð eisini boðað frá, at ein annar bátur var uppsteðgaður í Kolturssundi, og hevði brúk fyri hjálp. Talan var um ein útróðrarbát. Baldrian sleipaði hann til Miðvágs.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder