Innanlands

Fleiri ferðslumál kring landið

Treytað frádøming fyri ferð millum Fjarða, nøkur fingu bót og klipp fyri at halda í telefon og átala til unglingar á prutli í Vágum

Treytaðar frádømingar, klipp, bøtur, áminningar og tiknar nummarplátur (Mynd: Sverri Egholm)

Treytaðar frádømingar, klipp, bøtur, áminningar og tiknar nummarplátur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-25 09:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir fyri miðlunum, at tey ikki hava havt so nógv mál seinastu dagarnar.

Tó hava fleiri ferðslumál verið seinasta samdøgrið.

Í gjár koyrdi ein persónur dekan ov skótt Millum Fjarða, har fólk javnan verða støðgaði fyri ferð. Viðkomandi koyrdi yvir 111 km/t. Hetta merkir ikki bert bót, men eisini treytaða frádøming.

Tvey fólk vórðu tikin fyri at halda í telefonini, meðan tey koyra. Hóast hetta nú gevur eitt klipp, umframt bót, so eru framvegis nógv dømi um, at fólk gera tað og eisini fáa revsing fyri tað.

Vaktleiðarin greiðir eisini frá, at ein patrulja var í Vágum í gjár og tosaði við nakrar unglingar. Tað er vorðin ein vani, at hesir koyra ov skjótt runt í einari bygd - uttan hjálp. Koyrining órógvar kvøldarfriðin, har millum annað børn vakna av larminum. Hesir ungu fingu millum annað áminning um, at tað er ólógligt at tuna prutini.

Fimm sett av nummarplátum vórðu tikin í nátt verður upplýst til endans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder