Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp í gjár

Tvey vóru í Eysturoynni, og í báðum førum varð eitt fólk flutt á Landssjúkrahúsið

Tað fyrsta var á landsvegnum við Kambsdal, har tríggir bilar vóru íblandaðir. Løtu seinni rendu tveir bilar saman á Lambareiði (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað fyrsta var á landsvegnum við Kambsdal, har tríggir bilar vóru íblandaðir. Løtu seinni rendu tveir bilar saman á Lambareiði (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-12 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý ferðsluóhapp hendu innanfyri stutta tíð seint seinnapartin í gjár.

Tað fyrsta var á landsvegnum við Kambsdal, har tríggir bilar vóru íblandaðir. Løtu seinni rendu tveir bilar saman á Lambareiði. Í báðum førum varð ein persónur fluttur á Landssjúkrahúsið, upplýsir vaktleiðarin á Løgreglustøðini í Tórshavn.

Stutt eftir hetta var tað beint við støðina har, at tveir bilar rendur saman. Tað var við eina útkoyring frá SMS, og tað snúði seg um, at annar ikki helt víkiskylduna. Eingin fólkaskaði var.

Vakleiðarin upplýsti eisini, at fyrrapartin er fráboðan frá einum sjúkrabili um, at stórt grót var rullað á Kalbaksvegin, nær við tunnilin. Tað var so stórt, at ein einsamallur ikki kundi flyta tað. Landsverk tók sær av uppgávuni at rudda tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder