Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp í gjár

Í gjár fóru tveir bilar á glið í hálkuni, og ein seyður var árendur í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-05 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin fekk løgreglan fráboðan um tvey smærri ferðsluóhapp. Talan var í báðum førum um ein bil, sum var farin á glið í hálkuni.

Fyrra óhappið var um klokkan tvey seinnapartin við Fútaklett, meðan tað seinna hendi klokkan níggju um kvøldið omanfyri Æðuvík.

Eingin fólkaskaði var, men í báðum førum var eitt sindur av materiellum skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Beint eftir midnátt fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at onkur hevði rent á ein seyð í Øravík. Bóndin hevur fingið boð um hendingina.

Løgreglan gjørdi eisini nógv burturúr at kanna bilar norðanfyri í nátt, men har var einki at finnast at.

Í nátt fekk løgreglan eisini boð um, at nakrir ungdómar gingu inni í tunlinum millum Leirvík og Gøtu. Tað vísti seg, at hesi ikki høvdu annan møguleika at sleppa heim, og hjálpti løgreglan teimum til hús, verður upplýst av politistøðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder