Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp í gjár

Í sambandi við eitt ferðsluóhapp, varð ein bilførari skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-30 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan skrásett trý ferðsluóhapp, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Ein bilførari í meginøkinum rendi seint í gjárkvøldið á ein bústað, tá hann skuldi parkera bilin. Hvør orsøkin var til óhappið er ógreitt, men har var bæði materiellur skaði og fólkaskaði, og førarin fór á skaðastovuna til viðgerð.

Ein bilførari í Suðuroynni varð um somu tíð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring eftir, at hann hevði rent á ein garð.

Eingin fólkaskaði var, men førarin varð koyrdur á sjúkrahúsið at taka blóðroynd.

Klokkan trý í nátt koyrdi ein prutlførari av vegnum við Vesturkirkjuna í Havn, og viðkomandi fekk eitt sindur av skaða og varð koyrdur á sjúkrahúsið. Eisini varð blóðroynd tikin fyri at vita, um rúsdrekki var uppií.

Løgreglan hevur ongan illgruna til føraran, men hetta er vanlig mannagongd í slíkum førum, verður upplýst av løgreglustøðini.

Løgreglan hevði eisini eitt ferðsluátak fyrrapartin í gjár, har kannað var, um bilførarar vóru edrúir, og um teir høvdu koyrikortið uppiá sær.

Einki mál varð skrivað um rúsdrekkakoyring ella manglandi koyrikort, men ein varð tó tikin fyri at koyra við píkadekkum, sum ikki er loyvt hesa tíðina á árinum, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder