Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp í nátt

Fleiri bilar eru farnir á glið í hálkuni í nátt, og í morgun endaði eisini ein bilur hjá Landsverki við at fara útav vegnum, tá hann skuldi salta

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-02 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun hevur verið boðað frá ringari hálku, og mælti løgreglan í morgun frá allari óneyðugari koyring. Nú hevur Landsverk tó saltað allar landsvegir, og er tað bert á Selatraðarvegnum, at tað ikki er koyrandi, sigur løgreglan.

Í nátt og tíðliga í morgun hevur løgreglan eisini fingið fleiri fráboðanir um ferðsluóhapp.

Tað fyrsta var í Kaldbaksbotni beint eftir midnátt. Talan var um ein frontalan samanstoyt millum tveir bilar. Fimm fólk vóru í tí eina bilinum, og í hinum var bert førarin.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at førararnir vórðu kannaðir, og báðir vóru edrúir. Greitt var frá, at tað var óvanliga hált á staðnum, og verður tað mett at vera orsøkin til óhappið.

Onkur varð koyrdur á sjúkrahús til kanningar, og onnur vórðu kannað á staðnum. Greitt verður frá, at øll komu úr bilunum sjálvi, og eingin hevði fingið álvarsligan skaða, men materielli skaðin var tó rættiliga stórur.

Mett varð, at um vegurin ikki varð saltaður beinanvegin mátti hann steingjast, og tí varð ringt eftir Landsverki at koma at salta vegin.

Seinni varð eisini boðað frá tveimum smærri ferðsluóhappum í ávikavist Kollafirði og á landsvegnum við frákoyringina til Hósvíkar. Talan var í báðum førum um bilar, sum vóru farnir útav vegnum í hálkuni.

Boðað varð ikki frá nøkrum fólkaskaða og lítlum materiellum skaða.

Hetta var klokkan ávikavist hálvgum fýra og hálvgum fimm. Í báðum førum var førarin einsamallur í bilinum.

Beint fyri klokkan seks í morgun varð boðað frá enn einum óhappi. Hesa ferð var tað ein bilur hjá Landsverki, sum var farin at salta norðanfyri Morskranes, sum var farin útav vegnum.

Bilurin fór runt og endaði á liðini. Bilurin var væl skøddur og koyrdi bert 10 kilometrar um tíman.

Førarin fór sjálvur úr bilinum og varð fluttur á sjúkrahúsið til kanningar. Sum skilst slapp hann við smávegis snuddum, men tað kundi verið nógv meira álvarlsigt, sigur vaktleiðarin.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder