Innanlands

Fleiri ferðsluóhapp seinasta samdøgrið

Hóast nakað av materiellum skaða var eingin fólkaskaði, upplýsir løgreglan – Ein bilførari er undir illgruna fyri at koyra ávirkaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-06 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur fór ígjøgnum eina girðing og endaði í eini á. Boð máttu sendast eftir kranabili fyri at fáa bilin uppaftur.

Førarin fekk ongan skaða, men illgruni er um, at hann var ávirkaður, og tí varð hann koyrdur á sjúkrahúsið, so blóðroynd kundi takast, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Seinasta samdøgrið vórðu eisini fleiri onnur ferðsluóhapp skrásett, men eingin fólkaskaði stóðst av hesum.

Í Klaksvík koyrdi ein bilur útav vegnum, og í Havn koyrdi ein bilur út fyri annan bil, og førarin verður helst skuldsettur fyri ikki at yvirhalda víkiskylduna. Eisini var eitt ferðsluóhapp á Skálafjørðinum, har ein bilur tók í bilverjuna. Bilurin fekk nakað av skaða, og nummarpláturnar vórðu tiknar.

Løgreglan var eisini úti og kannaði ferðsluna bæði í gjár og í nátt. Kannað varð, um bilførarar koyrdu ávirkaðir, og vaktleiðarin upplýsir, at hóast nógvir bilar vórðu steðgaðir, so varð einki mál skrivað, so tað er at fegnast um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder