Innanlands

Fleiri fingið bót í ferðsluni

Løgreglan hevur seinasta samdøgrið verið úti og kannað ferðsluna, og har vóru fleiri, sum m.a. vórðu tikin fyri at tosa í handhildnari telefon

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-03-13 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttin og dagurin í gjár hevur sum heild verið friðarligur hjá løgregluni.

Løgreglan var úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vóru fleiri mál skrivað.

Fýra bilførarar fingu bót fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan teir koyrdu, ein fekk klipp fyri at koyra yvirfyri reytt ljós, og ein missir koyrikortið treytað fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki.

Í morgun varð ein bilførari eisini tikin í Eysturoynni. Talan var um ein persón, sum var undir 18 ár og sostatt ikki hevði loyvi at koyra bil. Viðkomandi vísti seg eisini at vera ávirkaður av rúsdrekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder