Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og úrslitið var, at sjey mál vórðu skrivað.
Tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra framvið reyðum ljósi við tunlunum norður um fjall, og tað fingu teir klipp fyri.
Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar á Oyndarfjarðarvegnum og millum Fjarða, fingu fýra bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt.
Tveir teirra fingu eisini klipp fyri at koyra millum 101 og 111 kilometrar um tíman, og ein annar fekk koyriforboð fyri at koyra 115 kilometrar um tíman.
Undir vanligum umstøðum hevði hetta givið eina treytaða frádøming, men hesin bilførarin hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár, og tá er lógin strangari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald