Tíðliga seinnapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Klaksvík, og Millum Fjarða, og har vórðu trý mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í Klaksvík fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra við barni, sum ikki sat íbundið, og ein annar fekk klipp fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan hann koyrdi.
Millum Fjarða tók løgreglan eisini ein bilførara, sum koyrdi skjótari, enn hann hevði loyvi til. Hann koyrdi 115 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar, og tað gevur eina treytaða frádøming.
Í gjárkvøldið varð ein bilførari í Havn tikin fyri at koyra fram við reyðum ljósi, og tað fær hann eitt klipp fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald