Tað var eitt sindur av hvørjum, sum løgreglan fangaði tá tey fyrrapartin í gjár tóku ferð ymsastaðni kring landið.
Níggju mál vórðu skrivað. Fimm teirra fyri ferð. Í eina førinum fær bilførarin bót fyri at koyra 101 km/t í øki, har tað er loyvt at koyra 80 km/t. Fýra bilførarar fingu klipp fyri at koyra 105 km/t, 106 km/t og 108 km/t.
Tveir bilførarar fingu klippí koyrikortið fyri nýtslu av fartelefon undir akstri. Herfyri varð revsingin fyri hetta herðað, og tað gevur nú bæði klipp og bót uppá 1500 krónur.
Ein annar bilførari hevði gloymt trygdarbeltið.
Og so var eitt mál um eitt prutl, sum tvey fólk sótu á. Tað er ikki loyvt.
Í nátt var ein bilur steðgaður í Havn, har illgruni var um rúsevniskoyring. Blóðroynd er tikin av bilføraranum, og tað úrslitið fyriliggur ikki fyrr enn um nakrar dagar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald