Mentan

Fleiri føroysk filmsfólk fara nú til New York

Heimildarfilmurin Heartist um Sigrun Gunnarsdóttur verður sýndur í "The Big Apple". Beinta á Torkilsheyggi, Rógvi Rasmussen og Jón Hammer lutaka eisini á føroyska mentanarátakinum

Mentanarátkið, við føroyskari luttøku, kann vera liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur

Mentanarátkið, við føroyskari luttøku, kann vera liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur

2024-04-10 11:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá apríl til juli er stórt føroyskt mentanarátak í mentanarhúsinum Scandinavia House í New York undir heitinum Fog Swept Islands.  

Filmur er eisini umboðaður, og hesaferð er tað heimildarfilmurin Heartist um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttur og hennara áhugaverdu listaverk og tilgongd, sum er á skránni. 

Ein sýning er fyri innbodnum úr filmsvinnuni, skúlum, filmfestivalum og fjølmiðlafólki. Leygardagin 13. apríl er ein almenn sýning.

Báðar dagarnar verður listaprát við Sigruna Gunnarsdóttur, listakvinnu, Beintu á Torkilsheyggi, leikstjóra, og Rógva Rasmussen, framleiðara umframt Jón Hammer, framleiðara. Filmshúsið skipar fyri tiltakinum.

[object Object]

Úr Filmshúsinum siga tey seg vera sera fegin um at vera partur av hesum mentanarátaki, ið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Filmhúsið sær nógvar møguleikar við at luttaka til bæði filmfestivalar umframt slík mentanarátøk sum Fog Swept Islands. 

Felagið Filmshúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder