2019-08-25 09:54
Um hálvgum tvey tíðina í nátt fekk løgreglan fleiri fráboðanir um eitt fremmant ljós í Nólsoyarfirði.
Løgreglan vendi sær til MRCC-støðina, og boð vórðu send eftir bjargingarbátinum Lív, sum síðani fór út at leita eftir ljóskelduni.
Tað gjørdist greitt, at ljósið kom frá einari ljósboyu, ið hoyrdi til eitt skip, sigur vakthavandi á MRCC-støðini, og tí varð ikki meira gjørt við málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald