Innanlands

Fleiri fráboðanir um harðskap

Løgreglan kannar eitt møguligt harðskapsmál í sambandi við húsaófrið í Havn, og eitt harðskapsmál á einum skeinkistaði

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-02 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð løgreglan boðsend til ein bústað í Havn í sambandi við húsaófrið.

Løgreglan sigur, at talan er um eitt møguligt harðskapsmál millum ein mann og eina kvinnu, sum verður kannað nærri.

Í gjár varð eisini ringt til løgregluna at boða frá einum øðrum tilburði í einum bústaði í Havn. Talan var um ein mann, sum segði, at ein annar maður hevði hótt hann í heimi hansara. Tað málið verður eisini kannað nærri.

Í nátt fekk løgreglan eisini tvær fráboðanir frá skeinkistøðum um harðligar og ólátaðar gestir.

Fyrra fráboðanin, sum kom klokkan eitt, snúði seg um ein 18 ára gamlan ungan mann, sum var óstýrligur inni á skeinkistaðnum.

Løgreglan tók hann við sær á politistøðina at sova rúsin av sær, og aftaná nakrar tímar varð hann leyslatin aftur. Eisini fær hann eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar

Seinna fráboðanin, sum kom klokkan trý, snúði seg um eitt harðskapsmál.

Ein gestur hevði verið harðligur á einum skeinkistaði, og ein duravørður hevði fingið skaða. Talan var tó ikki um álvarsaman skaða, verður sagt av politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder