
Hetta vikuskiftið hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um fólk, sum eru komin til ilnar, og í fleiri førum er tað endað við einum harðskapsmáli.
Seinasta hendingin var í nátt, har tveir persónar í Havn endaðu í bardaga, og tann eini fekk ein tannskaða. Løgreglan fer at avhoyra partarnar seinni, tá teir eru vorðnir betur førir fyri at greiða frá.
Løgreglan kannar í løtuni trý harðskapsmál, umframt tvey onnur mál, sum møguliga kunnu gerast harðskapsmál, sigur vakthavandi á politistøðini.
Tað hevur verið sera lívligt í býnum um vikuskiftið, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini havt úr at gera við m.a. at koyra full fólk heim.
Eisini varð ein persónur handtikin klokkan hálvgum fýra í nátt, tí hann var so ólátaður og órógvaði fólkini rundanum seg. Hann varð koyrdur á politistøðina fyri at sova rúsin av sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald