Innanlands

Fleiri fráboðanir um herverk í høvuðsstaðnum

Í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir um herverk á bilar, og ein varð tikin fyri at koyra við kenning

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-10-28 09:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast nógv fólk hava verið í býnum um vikuskiftið, hevur verið friðarligt, sigur løgreglan.

Men í gjár fekk løgreglan fleiri fráboðanir úr Havn um, at onkur hevði framt herverk á bilar. Eitt nú hevði onkur skorið dekkini upp á eina bilinum.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at løgreglan er í ferð við at kanna málið.

Seinnapartin í gjár varð ein bilførari í Suðurstreymi eisini tikin fyri at koyra við kenning.

Viðkomandi er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og er blóðroynd tikin av honum. Bíðað verður nú eftir úrslitinum, áðrenn meira verður gjørt við málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder