
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um ein hund, sum áhaldandi stóð og goyði uttanfyri í einum grannalagi í høvuðsstaðnum.
Tá løgreglan fær slíkar fráboðanir um hundar, sum órógva grannarnar, fer hon út at kanna málið, men tá løgreglan kom á staðið í gjár, var hundurin burtur. Helst hevur eigarin tikið hann inn aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Lagt verður, afturat, at líknandi fráboðanir eisini eru komnar aðrastaðni frá um hundar, sum verða koyrdir útum, og órógva grannalagið.
Løgreglan vil í hesum sambandi minna hundaeigarar á at taka hundin innaftur, um hann stendur og goyr illa.
Tá løgreglan fær slíkar kærur um hundar, kann tað enda við, at eigarin fær bót, og í ringasta føri kann tað enda við, at hundurin má avlívast, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald