Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár á Summar Festivalinum, sum verður nú um vikuskiftið.
Silvland er fyri børnini og familjurnar og heldur til í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík. Øll, sum hava armband til Summar Festivalin, hava eisini fría atgongd til Silvaland.
![]()
Silvaland bjóðar spæl, aktivitetir, framførslur, djóragarð, hoppiborgir, teknistovu, pinkuland og café. Nógv verður gjørt burturúr, og í ár eru nýggjar og stórar hoppiborgir, sum ongantíð áður hava verið í Føroyum.
Silvi, sum er maskotturin hjá Norðoya Sparikassa, vitjar eisini í Silvalandi hvønn dag, og høvi verður hjá børnum at heilsa upp á hann.
Á pallinum í Silvalandi verða fleiri konsertir og framførslur. Hósdagin undirheldur Bubu. Fríggjadagin hava Operetturnar framførslu, og sangarin Bjarki, sum mong kenna frá sjónvarpsrøðini Hoydalar, hevur konsert. Leygardagin undirhalda Angela & Hannibal. Á Vágsbøi verður eisini stór Disney-konsert, sum eisini er ætlað familjunum.
Allar dagarnar ber til at royna sonevnda Silent Disco í Silvalandi.
Silvaland letur upp hósdag klokkan 15 og hevur opið til klokkan 19. Fríggjadag verður eisini opið millum klokkan 15 og 19. Leygardag letur upp klokkan 14, og opið er til klokkan 19.
![]()
Bjarki Trondesen syngur í Silvalandi fríggjadagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald