Talið av gistingum á føroyskum hotellum og gistingarhúsum var størri í juli mánaði í ár enn í juli í fjør.
Tað vísa nýggjastu tølini fyri gistingar (fólkanætur), sum Hagstovan júst hevur kunngjørt. Fólkanætur telja, hvussu nógvar nætur og hvussu leingi fólk gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.
Vanliga – tó ikki altíð – er juli mánaður tann mánaðurin, har hotellini hava flestar gistingar.
Í juli í ár vóru tær 34.283, sum er 3.644 gistingar fleiri enn í juli mánaði í fjør, men ikki líka nógvar sum í juli 2022, tá hotellini høvdu 35.252 gistingar.
At ferðafólkatalið er vaksin nógv seinastu árini kemur týðuliga fram í tølunum hjá Hagstovuni. Í juli mánaði fyri 10 árum síðani høvdu hotellini og gistingarhúsini helming av gistingum í mun til í ár – 17.570 gistingar.
Um hugt verður eftir kapasitetinum, so eru tó framvegis ríkiligt av plássi á føroysku hotellunum, tí nýtslustigið fyri kømur í juli mánaði í ár var 77,1 prosent.
(tekstur rættaður kl. 12.45)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald