Innanlands

Fleiri gjørdust frísk enn staðfest positiv

Annan dagin á rað er talið á positivum minkandi. Eitt tal annars bara er hækkað síðani í desember. 486 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár, mn eingin er innlagdur av koronu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-30 18:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra fólk eru nú innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum. Tey eru tó ikki innløgd av koronu, men eru innløgd av aðrari orsøk, og eru testað positiv.

Talið á nýggjum tilburðum hevur verið minkandi, síðani vit síðsta mánadag settu met við 913 nýggjum tilburðum. Í gjár vóru 486 nýggir tilburðir staðfestir.

Eisini vóru 518 staðfest frísk aftur, og tí er samlaða talið á positivum minka. Í løtuni eru 4759 fólk positiv við koronu.

2187 PCR-kanningar vórðu gjørdar í gjár. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder