2021-11-26 09:35

Boð vóru eftir løgregluni eini fimm ferðir í gjár, tí bilførarar vóru komnir í trupulleikar í hálkuni.
Smáu ferðsluóhappini fóru fram ymsastaðni í landinum, men felags fyri tey øll var, at eingin persónsskaði var.
- Vit fara á staðið, og meta um óhappið, og skráseta um tað er eitt ferðslubrot ella hvat tað er. So kann tað vera, at onkur bilførari fær bót fyri at vera óansin, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.
Landsverk boðar aftur í morgun frá hálku, men tá vit tosaðu við løgregluna fyri løtu síðani, var eingin fráboðan komin um nakað óhapp higartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald