Innanlands

Fleiri handlar fingið átalu frá Brúkaraumboðnum

Brúkaraumboðið hevur gjørt stakroyndir av Ja takk tilboðum hjá 11 ymiskum handlum

(Mynd: Brúkaraumboðið)

(Mynd: Brúkaraumboðið)

2025-02-15 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í november gjørdi Brúkaraumboðið stakroyndir av sonevndum Ja takk tilboðum á sosialu miðlunum. Stakroyndir vórðu gjørdar av tilboðum hjá 11 ymiskum handlum, og í hesum sambandi fingu fleiri handlar eina átalu.

Kannað varð, um fyrr- og nú prísir vóru rætt upplýstir, og um handlarnir høvdu havt vøruna til sølu í rúma tíð undan tilboðnum.

Stakroyndir vóru gjørdar hjá handlunum Koppur & Kanna, Eikin, Mammulig.fo, Vøruhúsið á Hjalla, EL-Handilin á Tvøroyri, Ambod.fo, Bygma Balslev, Á við Sundsvegin, Inn í Klaksvík, Á í Fuglafirði og FK í Tórshavn.

Úrslitini av stakroyndunum vóru misjøvn. Vøruhúsið á Hjalla og FK í Tórshavn megnaðu at skjalprógva undanprísin fyri allar vørurnar, ið spurt varð um fyri umbidna tíðarskeiðið. Hjá hinum handlunum vóru feilir í ella megnaðu teir ikki at skjalprógva undanprísin, skrivar Brúkaraumboðið.

Ein afturvendandi trupulleiki er, at handlar marknaðarføra eina vøru sum “Ja takk tilboð”, og vísa á ein undanprís sum ikki er veruligur, tí handilin als ikki hevur havt vøruna til sølu frammanundan tilboðnum. Hetta var galdandi fyri allar stakroyndirnar hjá Ambod.fo, og fyri einstakar stakroyndir hjá Á í Fuglafirði og Á við Sundsvegin, og tí hevur Brúkaraumboðið givið hesum handlum eina átalu.

Hjá Bygma Balslev vóru eisini onkrir feilir funnir. T.d. vísti tann eina stakroyndin, at ein vøra hevði verið til sølu í tvær vikur undan tilboðnum – har kravið er fýra vikur.

Koppur & Kanna hevur í tveimum út av fimm stakroyndum upplýst skeivan undanprís. Í tí eina førinum var talan um ein lægri undanprís í lýsingini, meðan Koppur & Kanna, í ein út av fimm stakroyndum, og Á í Fuglafirði, í ein út av fýra stakroyndum, hava upplýst ein hægri undanprís í lýsingini, enn hann í veruleikanum var, skrivar Brúkaraumboðið, sum hevur givið handlunum átalu fyri hetta.

– Tað er sera álvarsamt at upplýsa skeivan undanprís, serliga tá talan er um ein hægri undanprís. Tað er villleiðandi fyri kundan, sum fær eina fatan av, at sparingin er størri, og tilboðið er betri, enn tað í veruleikanum er.

Hjá Inn í Klaksvík var m.a. ikki víst á upprunaligan prís á tilboðsvøru, hóast talan var um vøru, sum handilin vanliga hevði til sølu.

Brúkaraumboðið skrivar, at manglandi telduskipan við eini funktión at vísa prís aftur í tíð, eisini hevur verið ein orsøk til, at fleiri av handlunum ikki hava megnað at skjalprógva ein undanprís. Hesin trupulleikin vísti seg serliga hjá Mammulig.fo, Eikini og EL-Handlinum á Tvøroyri. Aðrir handlar høvdu eisini hesa avbjóðing, men hava kortini megnað at leita fram sølukvittanir fyri seldu vørurnar, fyri at kunna skjalprógva undanprísin í umbidna tíðarskeiðnum á bestan hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder