Uttanlands

Fleiri handtikin í Grønlandi

Farna vikuskifti vórðu partar av einum líki funnir á einari brennistøð í grønlendska býnum Ilulissat

Ilulissat (Mynd: Visualhunt)

Ilulissat (Mynd: Visualhunt)

2021-10-09 13:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin í farnu viku vórðu partar av einum líki funnir á einari brennistøð í vesturgrønlendska býnum Ilulissat, og í gjár vórðu fleiri fólk handtikin í málinum, upplýsir grønlendska løgreglan sambært Ritzau.

Handtøkurnar vóru framdar á einari addressu í býnum, men upplýst verður ikki, hvussu nógvir persónar talan er um.

Grønlendska løgreglan hevur tvær ferðir seinastu vikuna funnið partar av einum menniskjalíki á brennistøðini. Síðan leygardagin, er økið rannsakað við hjálp frá sløkkiliðnum, og seint mánadagin varð enn ein líkpartur funnið.

Um vikuskiftið verður hildið fram at rannsaka brennistøðini fyri fleiri slóðir. Harumframt verða tekniskar kanningar gjørdar á addressuni, har handtøkurnar vórðu framdar.

Í vikuni vóru boð send eftir rættarlæknum og teknikarum úr Danmark at hjálpa við kanningararbeiðnum. Meðan málið verður kannað, vil løgreglan ikki siga meira um málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder